Til tíðindafundi heima á Garði í Kirkjubø í morgun, kom fram, at festivalurin í Kirkjubø, ið graml hevur verið at hoyra um leingi, endaliga hevur fingið heiti. Hann skal nevnliga eita við Múrin, og fyrsta útlendska kenda navnið verða svensku Ace of Base, sum vit kenna frá hittunum, Life is a Flower, All what she wants og nógv fleiri. Av øðrum nøvnum eru til dømis, danska gentan, Anna David, ið ikki orkaði sjeikin meira. Harafturat eru tey flestu av størstu føroysku nøvnunum longu komin á plakatina, The Dreams, Týr, Lena, Páll Finnur Páll, Martin Joensen, Hallur Joensen, Boys in a Band, umframt sjey onnur nøvn.
- Hetta eru nøvnini vit hava higartil, og tað koma eini 15-20 afturat, sigur James Olsen, ið ikki vil nokta fyri, at Deep Purple er eitt møguligt navn millum hesi 20.
Familjufestivalur
Sambært fyriskiparunum skal talan verða um ein festival fyri alla familjuna.
- Vit fara at skipa okkum í trý økir. Eitt gyklaraøki, har eitt stórt tjald verður sett upp. Ein høvuðspall og eitt tjaldingarøki, ið verður býtt í tveir partar, so bæði tey ungu og familjurnar skulu kenna seg væl, siga fyriskipararnir. Sum tað ljóðar, skal serliga parturin fyri børnini vera meira interaktivur, soleiðis, at talan ikki bara verður um at standa í kø til hoppiborgir, sum ein av fyrireikarunum tók til.
Stór økir
Fyrireikararnir greiða eisini frá, at talan er um eitt heilt stórt øki – bara høvuðspallurin hevur eitt øki, ið er seks ferðir so stórt sum Vágsbøur – men at trygdarviðurskiftini avmarka talið av møguligum festivallutakarum til eini 5000.
- Vit hava sjálvandi tikið øll fyrilit, og rokna ikki við at koma í trupulleikar við teimum nógvu søguligu lutunum í Kirkjubø, greiðir Fróði Vestergaard frá, hann leggur afturat, at teir hava verið og kannað, hvussu mann hevur skipað trygdarviðurskiftini á ymiskum festivalum í Danmark, og at hetta skal gera teir eitt vet tryggari enn hinar festivalarnar.
Kirkjubøur
James Olsen og Mark Joensen, hava verið í øllum Suðurstreymi og kannað eitt møguligt øki til ein festival.
- Tá vit komu til Kirkjubø segði eg bara. Hetta er tað! Sigur James Olsen, um hví júst Kirkjubøur er valdur til festivalbygd. Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, greiðir frá, at tey eru sera positiv fyri tiltakinum, og als ikki bera banga fyri stóru fólkamongdini, ið væntandi koma til bygdina.
- Vit hava verið á fundi við fyrireikararnar, og eru fyri so vítt von við at hava nógv fólk í bygdini, sigur Jóannes Patursson.
Ongar bilar
Í samband við festivalin, er ætlanin, at fólk skulu koma við bussum
- Vit ætla at stongja bygdina av og nýta parkeringsøkir við Gomlu Rætt, umframt at hava nógvar bussar úr Havn. Tað ber sjálvandi eisini til at ganga úr Havn, og vit fara helst at skipa fyri túrum, greiða fyrireikararnir frá. Teir leggja afturat, at ætlanin ikki er at hava bátar til festivalin, tí tað er so streymhart uttanfyri Kirkjubø. Leggjast kann afturat, at pallurin vendur niðan frá sjónum, so ongin møguleiki er at síggja bólkarnar av sjónum.
Ofta hava fólk verið eitt sindur kedd um, at tað hevur verið so langt frá tjaldingarøkinum til pallin. Hetta vilja fyrireikararnir til festivalin í Kirkjubø syrgja fyri, tí sambært teimum, verður tjaldingarøkið beint við stóra pallin.
Positiv kommuna
Tórshavnar kommuna fylti fyri kortum 100 ár, sum fólkavald kommuna. Í hesum sambandið hevur mentunarnevndin hjá kommununi samtykt at lata 100.000 krónur til festivalin, men hetta kann enn bremsast av fíggjarnevndini. Restin av luttøkuni til festivalin frá kommununi eru ymisk loyvir, og aðrir lutir frá teknisku nevnd, ið enn ikki hevur viðgjørt festivalin.
Fólkini handan við Múrin, greiða eisini frá, at ætlanin er, at tað skal vera eitt afturvendandi tiltak.