AC Milan byrjaði og endaði við at skora

Longu aftaná 24 sekund legði Pato AC Milan á odda móti Barcelona í einum dysti, sum endaði við 2-2 javnleiki. Útjavnandi málið komi ikki fyrr enn í seinastu sekundinum. Chelsa vann, meðan Arsenal misti í evstu løtu.

 

Dysturin á Nou Camp var bara nøkur fá sekund gamal, tá brasilski framherjin, Pato, fekk eina góða sending. Hann rann frá Barcelona verjuni og skoraði tá klokkan vísti 24 sekund.

 

Síðani tók Barcelona yvir og fyri uttan tveimum AC Milan royndum, so hevði Barcelona tamarhald á dystinum. Tá 25 minuttir vóru spældir breyt Lionel Messi ígjøgnum í vinstru og legði bóltin innfyri til ein púra leysan Pedro Rodriguez, sum javnaði.

 

Stutt inn í seinna hálvleik legði David Villa Barcelona á odda við beinleiðis frísparki. Barcelona hevði meginpartin av spælinum, men megnaði ikki at umseta til mál. Í yvirtíðini fekk AC Milan hornaspark, sum Thiago Silva stútaði í málið til endaliga úrslitið 2-2.

 

Á Stamford Bridge vann Chelsea 2-0 á Bayern Leverkusen. Fyrra málið skoraði miðverjin, David Luiz, eftir upplegg frá Fernando Torres. Stutt undan málinum varð Michael Ballack útskiftur, meðan øll klappaðu. Fyrrverandi Chelsea miðvallarin spældi fyrstu 66 minuttirnar, so málið kom í løtuni eftir útskiftingina.

 

Seinna málið kom stutt fyri tíð. Tað var Juan Mata, sum skoaði sítt næsta mál fyri Chelsea síðani skifti frá Valencia.

 

Tað sá leingi út til, at Arsenal fór at vinna í Dortmund. Robin van Persie legði London liðið á odda stutt fyri hálvleik, men bara tveir minuttir fyri tíð javnaði Ivan Perisic fyri týsku meistararnar.

 

 

Dystirnir í kvøld:

 

Bólkur E:

 

Chelsea – Bayern Leverkusen 2-0 (0-0)

1-0 David Luiz, 67

2-0 Juan Mata, 90

 

KRC – Valencia (0-0)

 

Bólkur F:

 

Borussia Dortmund – Arsenal 1-1 (0-1)

0-1 Robin van Persie, 42

1-1 Ivan Perisic, 88

 

Olymoiakos – Marseille 0-1 (0-0)

0-1 Lucho Gonzalez, 51

 

Bólkur G:

 

Apoel Nicosia – Zenit St. Petersburg 2-1 (0-0)

0-1 Konstantin Zyrianov, 63

1-1 Gustavo Manduca, 73

2-1 Ailton Jose Almeida, 75

 

FC Porto – Shakhtar Donetsk 2-1 (1-1)

0-1 Luiz Adriano, 12

1-1 Hulk, 28

2-1 Laube Pinheiro Kleber, 51

 

Bólkur H:

 

Barcelona – AC Milan 2-2 (1-1)

0-1 Pato, 1

1-1 Pedro Rodriguez, 36

2-1 David Villa, 51

2-2 Thiago Silva, 90+2

 

Viktoria Plzen – BATE Borisov (1-0)

1-0 Marek Bakos, 45

1-1 Renan Bressan, 69