AC Horsens dragnar

AC Horsens tapti báðar sínar dystir í superliguni á páskum. Felagið, har Johan Byrial Hansen er ein av spælarunum, hevur annars staðið seg sera væl í superliguni í ár, men eftir seks dystir uttan tap, var tað liðugt. Skírsdag tapti AC Horsens á útivølli ímóti OB, og í gjár taptu teir á heimavølli ímóti Silkeborg.