Nýggja fløgan hjá avstralska bólkinum AC/DC ?Black Ice? kemur ikki út fyrr enn 20. oktober. Hon var tó lekkað til fíldeilingstænastuna BitTorrent týsdagin 7. oktober og hon er longu nú tikin niður yvir 400.000 ferðir.
AC/DC hevur boykottað itunes og aðrar tænastur, men teir selja framvegis sera nógvar fløgur. Í 2007 seldu teir heili 1,3 milliónir útgávur bert í USA.
Gittarleikarin og sangskrivarin í AC/DC, Agnus Young, sigur frá, at henda avgerðin, um ikki at geva út tónleik digitalt, er tikin, tí at bólkurin vil tryggja sær, at fjepparir teirra fáa alla upplivingina av eini fløgu og ikki bert lurta eftir nøkrum einstøkum løgum.
- Vit gera ikki stakfløgur, bert heilar fløgur. Vit eru nevniliga vísir í, at løgini á okkara fløgum hanga saman, sigur hann.










