Ábyrgdin hjá foreldrum

- Sum foreldur er tað er tín ábyrgd, at børnini duga at bera seg rætt at í ferðsluni, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Tá skúlarnir byrja aftur mánadagin 17. august, koma umleið 700 smá børn út í ferðsluna. Summi skulu á fyrsta sinni finna sær veg millum heim og skúla.

 

- Børnini eru lítil á vøkstri og kunnu tí vera trupul at síggja millum bilarnar. Tey skulu samstundis venja seg við at ferðast einsamøll í ferðsluni.

 

Tí mælir Ráðið fyri Ferðslutrygd til, at foreldur venja skúlaleiðina við børnunum, áðrenn skúlin byrjar.

 

- Hetta kann til dømis gerast ta seinastu vikuna av summarfrítíðini, har tit ganga til og úr skúla við barninum. Her kunnu foreldur og børn í friði og náðum venja leiðina.

 

Lagt verður aftrat, at stundir skulu vera at tosa um ferðsluna, og hvørjum børnini skulu ansa eftir. Tess oftari, gingið verður, tess betri dugir barnið.

 

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur nøkur góð ráð til foreldur um, hvussu tey kunnu bera seg at fyri at gera tað so trygt hjá barninum sum gjørligt.

 

Á heimasíðuni - www.ferdslutrygd.fo - eru soleiðis góð ráð um, hvussu best og tryggast er at bera seg at - antin børnini verða koyrd í skúla, eru til gongu ella á súkklu.