Ábyrgdarbýti á skúlaøkinum

Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin spurdi Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um nakrar ætlanir eru um at gera greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur á skúlaøkinum

Rigmor Dam, landsstýriskvinna svaraði, at ábyrgdarbýtið er greitt.

 

Hon segði, at umboð fyri allar politiskar flokkar eru boðin til fundar í mentamálaráðnum 19. februar, har ætlanin er at tosa um, hvørjar broytingar møguliga skulu gerast í fólkaskúlalógini.

 

Bárður Nielsen svaraði, at sumt er greitt býtt sundur millum land og kommunur, men at á fleiri økjum eru ivaspurningar - millum annað tá ið talan er um serligar undirvísignarbreytir.

 

Ein annar partur av spurninginum va rum hvussu fólkaatkvøður um skúlar skulu tulkast. Landsstýriskvinnan segði, at løgfrøðin í hesum spurningum er rættulgia torskild, men er meirluti fyri at varðveita skúla, so vilt að siga, at eitt undirvísingarstað verður varðveitt. Við øðrum orðum, at tað ikki er neyðugt, at skúlin verður varðveittur í sama líki, sum higartil.