TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi úti á bogaskjótibreytini, har hann prátaði við Absalon Hansen, sum vann silvur í recurve ígjár.
Absalon Hansen staðfestir, at tað er eitt, sum mangan hevur argað hann áður, og tað er, at hann ofta hugsar ov nógv áðrenn hann skal senda pílarnar avstað ímóti skjótiskivuni.
Absalon Hansen hevur vónir um, at fleiri heiðursmerki koma til høldar í bogaskjótingini, men hann sigur seg hava størri vónir til compound-liðið, enn til recurve-liðið: - Men hava vit ein góðan dag, so ber sjálvandi alt til, greiðir Absalon Hansen frá.










