Í morgin klokkan 14 letur Absalon Absalonsen upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Við á framsýningini hevur hann 20 málningar, og flestu motivini eru bygdaløg og landsløg.
Framsýningin hjá Absalon Absalonsen verður opin hvønn dag til og við mikudagin 15. apríl.
Sjálvur plagar listarmaðurin at siga, at hann altíð hevur málað, men at hann hevur gjørt meira við listina, síðan hann legðist uppi.
- Eg máli ikki alla tíðina, men meira, tá hugurin er til tað, sigur listarmaðurin.










