Í kvøld var samkoma í hølunum hjá Musikskúlanum í Vági.
Teir musikskúlanæmingar, sum í vetur tóku ABRSM roynd, og stóðu royndina, fingu í kvøld prógv og gávu.
ABRSM er roynd á rímuliga høgum støði, har dómari kemur uttan úr heimi at meta um, hvørt næmingar standa royndina.
Í Suðuroynni var talan um 11 næmingar, ið fingu prógv, harav 7 fingu prógv við hægsta karakteri.