200 ár eru ligin í hesum døgum síðani hesir báðir urmælingarnir sóu dagsins ljós. Lívsleið teirra kom at gerast sera ymisk. Avleiðingin av teirra avgerðum og hugsanum komu at ávirka sera nógv menniskju upp gjøgnum tíðina. Enn tann dag í dag síggja vit avleiðingar frá teimum.
Abraham Lincoln 1809 – 1865.
Sum hin 16. forsetin í USA, so kom Lincoln at taka avgerðir, ið fingu sera stórar avleiðingar fyri amerikanska fólkið. Hann verður roknaður sum størsti og besti forseti, ið USA nakran tíð hevur havt. Avgerðirnar, ið hann tók, komu eisini at kosta honum lívi. Hann doyði av skotsári tann 15. apríl 1865 bert 56 ára gamal. Allur heimurin syrgdi deyða hansara.
Lincoln var m.a. beinleiðis orsøkin til, at trælahaldið fekk mønustingin og at USA sum samveldi yvirlivdi.
Síðstu tíðina hava vit sæð – sjálvt um mong ár skuldu ganga, at dreymurin hjá Lincoln, at vit øll eru líka – óansæð húðalit – er gingin út. Í USA hava vit havt 2 littar uttanríkisráðharrar undir Bush – hin fyrri Colin Powel og síðan C. Rice. Og sjálvandi, so kulmineraði tað tann 20. jan. í ár, tá Obama, sum er littur, gjørdist tann 44. amerikanski forsetin – júst 200 ár eftir at Lincoln varð føddur.
Charles Darwin – 1809 – 1882.
Á ungum árum gjørdist Darwin forsprákari fyri menningarlæruni, ið kom at fáa sera víðfevndar avleiðingar fyri mannaheimin. Ein maður sat í London, Karl Marx at navni, og skrivaði Das Kapital og svølgdi øllum tí rátt, ið Darwin skrivaði. Hetta kom at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri heimin. Hetta, ið Darwin skrivaði, passaði væl inn í læru hansara – at alt lív stavar frá materiuni – og at tað sterka altíð yvirlivir ella vinnur hitt veika. Hetta hóvaði Marx sera væl og implimenteraði hann hetta bæði væl og virðiliga inn í sítt kommunistiska manifest. Marx var so glaður fyri læru Darwins, at hann ætlaði at ogna Darwini 2. bind av Das Kapital, men hetta gjørdist av ongum. Lenin og Stalin tóku eisini væl móti hesi læru – og søgan sigur okkum, at Stalin drap uml. 60 mill. fólk tey árini hann sat við stýri.
Eisini síggja vit henda hugsunarhátt hjá Hitler – har náttúran lærir okkum, at hitt sterka altíð vinnur. Hetta fekk ræðuligar avleiðingar fyri stóra partin av heiminum – ikki minst fyri jødafólkið, ið noyddist at ofra uml. 6. mill. mannalív til hesa ørsku.
So vit síggja, at minst 4 av heimsins ismun hava tikið hetta til sín: kommunisman, nazisman, facisman og kapitalisman.
Løgið, sum lívið kann hátta seg – hin eini til stóra signing fyri heimin, meðan læran hjá hinum fær vanlukkuligar avleiðingar fyri millióna lív – tí menn, ið vilja skaða heimin – taka læruna til sín, til sín egna fyrimun. Eg hugsi, at hevði Darwin vita tær avleiðingar, ið læra hansara fekk, so hevði hann hugsað seg um tvær ferðir – áðrenn hann skrivaði tað, ið hann skrivaði.










