Abraham Løkin venjari hjá ÍF

Tað er langt frá málunum, sum ÍF setti sær fyri kappingina í ár, og til støðuna á stigatalvuni, nú liðini eru farin í summarfrí.

 

ÍF hevði sett sær fyri at kappast um meistaraheitið, men ÍF er nú bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Hetta er helst ein orsøk til, at ÍF nú hevur sett Abraham Løkin sum venjara saman við Jón Simonsen, sum annar hevur havt ábyrgdina av ÍF-liðnum higartil í ár.

 

Abraham Løkin hevur áður virkað sum venjari í Fuglafirði, og Abraham er eisini hjálparvenjari á fótbóltslandsliðnum