Abraham gevst í ÍF

Sjálvt um ÍF langt frá hevur livað upp til dygdina á spæli og úrslitum í fjør, sigur Abraham Løkin einki av hesum vera orsøk til, at hann nú leggur frá sær sum venjari hjá ÍF

– Eg havi fingið eitt nýtt starv í privata vinnulívinum, og av tí at tað ikki sampakkar so væl við at vera venjari í Vodafonedeildini, gevist eg í ÍF, sigur Abraham Løkin, sum longu hósdagin boðaði frá hesum. Tað vil siga, at avgerðin var tikin og nevndin í ÍF hevði fingið tað at vita, áðrenn ÍF fríggjakvøldið legði rygg til eitt 2-0 tap fyri KÍ.
– Nevndin fekk boð um hetta hósdagin og eg havi eisini tosað við spælararnar. Til felagið hevur funnið ein avloysara, vil eg fegin hjálpa til, og eisini eina løtu aftaná, um brúk er fyri tí. Men annars leggi eg frá mær nú.
Hetta var sætta tapið hjá ÍF í teimum 10 landskappingar­dyst­unum higartil – millum tapini á heima­vølli eru bæði botnliðini, B71 og 07 Vestur – men sjálvt um tað í sjálvum sær kundi fingið tað at hitna undir flestu venjarum, er tað kortini ikki orsøkin til, at ÍF nú noyðist at leita eftir nýggjum venjara.

Kanska rætta løtan
– Tað er í longri tíð, at eg havi leitað eftir einum vanligum starvi aftur, og tá møguleikin kom at ger­ast sølumaður hjá Magn, var eg skjótur at taka av, tí hetta var tað, eg veruliga ynskti mær. Eg veit, at eitt slíkt starv ikki riggar so væl saman við tí at venja eitt lið í bestu deildini, so tí kann eg ikki gera bæði, sigur Abraham Løkin.
Sum sagt, hevur ÍF klárað seg serstakliga illa í landskappingini, og hóast liðið vann fyrru hálvfinaluna í steypakappingini og er nær við at endurtaka finaluplássið frá í fjør, er vert at leggja til merkis, at ÍF er komið sera lætt víðari í steypa­kappingini í ár, tí ikki fyrr enn í hálvfinaluni fingu fuglfirðingar Vodafone-mótstøðu.
– At tað ikki hevur gingið eftir vild hjá okkum, skal eg vera tann fyrsti til at viðganga, men tað hevur altso einki við mína avgerð at gera, nú eg leggi frá mær. Hinvegin ber helst til at siga, at hetta man vera rætta løtan, skal onkur annar taka um endan sum venjari hjá ÍF, sigur Abraham Løkin.
Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá formanninum í ÍF, Ólavi Larsen.