Abide á veg fram

Limirnir í bólkínum eru allir úr Vágum. Forsangarir eru Tór-Ingar Akselsen, sum er betri kendur frá fótbóltinum, og kona hansara Elin.

Vágabólkurin varð stovnaður tíðliga í 2005. Nakrir av limunum í bólkinum hava spælt tónleik saman longri enn so. Bólkurin bleiv spurdur um at spæla til eitt tiltak, og eftir hetta hava tey javnan verið á palli bæði til størri og minni tiltøk. Millum annað vóru teir á pallinum til HMU-konsertina í vár.
Enn spælur bólkurin ikki nakran tónleik, sum við tey hava gjørt, men heldur kendar og minni kendar sangir, ið tey seta teirra egna dám á. Tey hava hugtikið áhoyrarar við teirra egnu útseting av kendum lovsangum ella cover-løgum hjá meira kendum bólkum.
Stílurin hjá teimum kann lýsast sum rýtmiskur poppur yvir í bleytan rokk. Summir sangir eru stillir lovsangir.