Aberdeen er meira enn handlar

Ferðavinnustjórin í Aberdeen vil fegin sleppa at vísa føroyingum, at Aberdeen, og Skotland annars, er meira enn bara handlar

Aberdeen er meira enn teir handlarnir, nógvir føroyingar í dag kenna býin fyri, sigur Charles Currie, ferðavinnustjóri í Aberdeen, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum.
Hann sigur, at ferðavinnan í Aberdeen fegin vil hava fleiri føroyingar tann vegin at ferðast.
Tað er eisini meira enn sjálvur býurin Aberdeen, tey hava at vísa fram, sigur hann. Alt umráði, sum tað er, er fult av áhugaverdum støðum at vitja, Og ikki at gloyma skotska gestablídni, vísir Charles Currie á.
Hann nevnir til dømis teir góðu møguleikarnar, ið eru fyri frítíðarfiskarar í Skotlandi. Og eisini í ávísan mun heldur hann, at onnur veiða kundi latið seg gjørt. Fyri ikki at gloyma golfspælið, sum teir eru so ernir av í Skotlandi. Tað kundu saktans fleiri føroyingar lært at spælt golf upp á stutta tíð í Skotlandi, metir hann.
Charles Currie sigur, at hóast Føroyar eru lítlar í altjóða høpi, er tað týdningarmikið fyri eitt stað sum Aberdeen at hava beinleiðis samband hendanveg.
?Alt beinleiðis ferðasamband er týningarmikið, leggur hann dent á og fegnast um, at Atlantsflog hevur beinleiðis rutu millum Aberdeen og Føroyar. Eitt samband, ið eftr hansara meting eigur at verða útbygt. Men tað velst sjálvandi um, hvussu tað verður brúkt, ásannar hann.
Men tað nyttar einki bara við eini rutu, um fólk skulu fáast at ferðast millum londini.
?Skul vit hava føroyingar til Aberdenen og har um leiðir at vitja, er neyðugt, at vit koma til Føroya at vísa okkum og tað, vit hava at bjóða, staðfestir ferðavinnustjórin í Aberdeen. Og tað er so tað, vit gera við hesum tiltakinum í Føroyum um dagarnar, sigur hann.
?Føroyingar kunnu læra nógv av skotum, heldur hann. Kunnleiki um okkum er farin víða. Og so nevnir hann Australia, Suðurafrika, India og annars støð um allan heim.
Aberdeen hevur tó altíð kent seg sum part av norðurheiminum. Serliga skandinavisku londunum, sigur hann. Vit hava ymsikt til felags sum eitt nú fiskivinnu. Hóast hon er dragnað nakað væl afturút í Skotlandi ásanna hann.
Men so kundi tað verið, at vit fingu oljuna til felags, heldur blaðmaðurin nakað bjartskygdur.
?Ja, til dømis, svarar skotin. Um tit finna olju.