– Eg umhugsi støðuna, men havi ikki tikið endaliga avgerð enn.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú vit spyrja hann, um hann stillar uppaftur til býráðsvalið 12. november.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur lýst til 2. og møguliga 3. uppstillingarfund í kvøld. Tað merkir, at listin kanska verður liðugur í kvøld. Men tá tað stendur eitt sindur opið, um 3. og endaliga uppstillingarfundurin verður, so plagar tað at merkja, at 3. uppstillingarfundin ikki verður endaliga avgreiddur, og at tey síðstu nøvnini kunnu fáast á pláss seinni.
Elin Heðinsdóttir Joensen váttar fyri in.fo, at hon er spurd, um hon vil stilla upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið, og at hon hevur játtað.
– Eg vil siga tað soleiðis, at vit bæði umhugsa støðuna, tí vit stilla ikki bæði upp, sigur hon – tá vit spyrja, um tað kann hugsast, at bæði hon og pápin, Heðin Mortensen, stilla upp.
– Skal tað verða, so er tað nú, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
– Tá tú ert í mínum aldri, tú hevur havt børn, ommubørn og so víðari, so sært tú nøkur viðurskifti í samfelagnum, sum tú følir nakað fyri, so skal tað vera, so er tað nú, so eg taki av, um boð verða eftir mær, sigur hon.