Undirhúsið í japanska tjóðartinginum valdi í morgun Shinzo Abe til nýggjan forsætisráðharra.
Liberali flokkurin hjá Shinzo Abe vann greiðan sigur á tjóðartingsvalinum, sum var fyrr í mánaðinum. Flokkurin fekk meiriluta einsamallur, og saman við stuðulsflokkinum hevur stjórnin meiri enn tveir triðingar av tinglimunum aftan fyri seg.
Shinzo Abe var eisini forsætisráðharri í Japan í 2006 og 2007.