ABC: Teir lovaðu betri umstøður til lesandi

Fyri stuttum kærdu lesandi kring alt landið sína neyð uttan fyri Løgtingið, tá ið tað kom fram, at landsstýrið hevur í hyggju at skerja lestrarstuðulin komandi ár. Men hvat søgdu flokkarnir áðrenn valið ? Á kjaksíðum og sosialum heimasíðum hevur nógv verið frammi um, hvar vallyftini hjá samgonguflokkunum blivu av. Summi halda, at samgongan er sperd orsakað av fíggjarkreppuni og hartil fíggjarstøðuni í landinum. Onnur halda, at samgongan mest sum hevur slept øllum vallyftum.

Portalurin hevur kannað eitt øki, sum serstakliga ungdómar hava áhuga í ? nevniliga lestrarstuðulin og útbúgvingarøkið.

Og hvat søgdu flokkarnir áðrenn seinasta val?

Sambandsflokkurin: Útbúgvingarstuðul skal veitast lesandi úr 16 ára aldri.

Javnaðarflokkurin: Stakir uppihaldarar skulu hava barnaískoyti og dupultan

lestrarstuðul

Fólkaflokkurin: Skattafrí útleiging økir útboðið á íbúðum, so tað gerst bíligari hjá ungum at leiga.

Tað kann staðfestast, nú valskeiðið er meira enn hálvrunnið, at ikki bert eru hesi vallyfti ikki sett í verk ? haraftrat hevur samgongan skorið lestrarstuðulin til heimabúgvandi, sett aldursmarkið fyri hægra stuðulin upp til 20 ár, og lestrarstuðulin minkar við 10 prosentum so hvørt lesandi fáa meira enn 10.000 krónur í løn um mánaðin.