ABC-samráðingar á Hafnia

Teir tríggir floksformenninir Jóannes Eidesgaard, Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen fundast í kvøld á Hafnia um møguleikar fyri eini komandi ABC-samgongu Klokkan 19 í kvøld sessaðust formenninir í Javnaðarflokkinum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum til ein døgverðabita og samgonguprát á Hotel Hafnia í Havn.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, segði við Portalin undan fundinum, at fundurin millum hann, Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen fer at snúgva seg um, hvørjir møguleikar eru fyri eini framhaldandi samgongu millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Men hann vildi ikki koma nærri inn á ítøkilig mál á dagsskránni á Hafnia í kvøld.

Løgmaður sigur eisini við Portalin, at hann ikki hevur tosað við andstøðuna enn um aðrar samgongumøguleikar enn hana millum A, B og C. Hvat løgmaður væntar av fundinum í kvøld, vildi hann heldur einki siga um.