Verri enn so allar eru naglafastar, hugsi um andaligu siðalæruna, borin frá ættarliði til ættarlið í øldir, tjóðskaparrørsluna, sum menti okkum mentanina, málið og viljan til at virka og liva á hesum útskerum í Europa og so fakfelagsrørslan, sum í sínum dialektiska leiki við og ímóti almenna og privata geiranum hevur ment samfelagið, og gjørt tað á leið liviligt hjá øllum at búleikast í samfelagnum. Alternativið hevði verið eitt fátækt jalladømi, ein ráðandi feudalur, har fá áttu mikið og dastið av populatiónini vóru ørandi fátæk bønarfólk.
Hetta er tjóðarinnar stórviður. ABC-samgongan hevur sett sær fyri at klúgva part av stórviðinum fyri at fáa javnvág og lív aftur í borgarligu verkætlanina, sett á lunnar í 2004, nú rakstrarhallið á heimastýrisins finansum setir søguligt met. Løgmaður og varaløgmaður hótta nú fakfeløgini, sum onki annað hava gjørt, enn at gera ein rímiligan og samfelagsbøtandi lønarsáttmála fyri fleiri árum síðani. Teir ætla at lóggeva ímóti eini sátt, sum teir sjálvir eru annar parturin av. Teir eiga valdið til tað, 20 av 33 tingmonnum stuðla teimum. Hetta er farið at líkjast støðuni, har fascistarnir taka valdið, og lata stríðsvagnarnar rulla út á gøturnar, skuldi onkur hættað sær at mutað ímóti.
Hetta er onnur syftan, har royndin verður gjørd at flyta fokus. Í hesum umfarinum. Fyrst tunnlar versus vælferð og nú ein lønarvøkstur á 60 milliónir krónur versus almennum rakstrarhallið, sum man fara at tátta í eina milliard, táið avtornar. Avmaktin guvar út ígjøgnum rimarnar á ABC-hjallinum. Hann er farin at líkjast larpasliga húsinum hjá H.C. Andersen, í ”Ljóta Dunnuunganum”, sum ikki datt niður, táið tað ikki fekk seg til at taka avgerðina um, á hvørja lið tað skuldi falla.
Fakfeløgini eru ikki trupulleikin. Politiska valdið er trupulleikin. Ella rættari valdið, sum ikki megnar at brúka givna ræðið frá fólkinum til at skipa samfelagið, soleiðis, at burðardyggleiki og javnvágir aftur fáast í rættlag. Skrivið frá fakfeløgunum er bara ein staðfesting av politiska veruleikanum. Hendan samgongan hevur onki annað gjørt, enn nartlað burturav hjá veikastu bólkunum í samfelagnum, og hon fær ikki annað, tí borgarliga kynið forðar teimum í at fara upp ímóti máttmiklu áhugamálunum í samfelagnum. Ongin bygnaðarbroyting er møgulig, táið valdið bara agerar alt eftir hvussu sterkasta lobby´in trýstur og sleppur politisku bøllingunum.
Er almenni parturin av samfelagnum vorðin ov stórur, tá er tað ein politiskur trupulleiki. Hetta er als ikki eitt fakfelagspolitiskt problem yvirhøvur. Skal almenni geirin trimmast, so ger man tað, og ivaleyst hevði ein djúptøkin skanning av almenna geiranum verið harðliga tiltrongd. Tað mæltu vit eisini til undir fíggjarlógarviðgerðini. Lopið haðan í frá, og til valdstekniskt at bróta arbeiðsmarknaðarsemjur, sum ein sjálvur er annar parturin av, tað er eitt frontalt álop á fólkaræðið. Bara tað, at tankin verður fostraður, átti at verið nógmikið til, at hesir kalarnir vórðu settir frá valdinum. Vit hava fingið eitt gýðingasyndrom, har ússaliga politiska valdsapparatið heldur sær sjálvum í sævarmálanum, við at brennimerkja ávísar bólkar í samfelagnum.
Nú ABC-menninir hava brotið alt innan úr húsinum, og brent tað á grúgvuni, eru teir farnir í holt við at klúgva stórviðin. Man stundin ikki verða komin til eitt politiskt siðaskifti, sum varðar av áhugamálunum hjá øllum í samfelagnum?