Abbin og úlvarnir

Kendi svenski rithøvundurin, Per Olov Enquist, hevur skrivað eina barnabók, sum hann av fyrstan tíð als ikki ætlaði skuldi verða útgivin.

Tá ið bókin kom út í Svøríki, segði hann í samrøðu við svenska Aftonbladet, at bókin í grundini var ein jólagáva. Hon var skrivað um upplivingarnar um summarið og prentað í fýra eintøkum, og ætlanin var at geva abbabørnunum hvør sína í jólagávu. Bókin er um Minu, sum altíð er so bangin, tá hon vaknar, tí hon droymir um eina óhugnaliga krokodillu. Abbin sigur, at hon má gera okkurt passaliga vandamikið fyri at vinna á ræðsluni, og tí fara øll abbabørnini saman við abbanum eina rannsóknarferð.