Abbin misbrúkti hana í 7 ár

BLÓÐSKEMD Bára var bara seks ára gomum, tá ið abbin fyrstu ferð gjørdi seg inn á hana. Tað var byrjanin til eitt kynsligt misbrúk, sum vardi í samfull sjey ár. Tá ið hon nógv ár seinni avdúkaði sítt óhugnaliga loyndarmál, fór familjan í tvíningar, tí summi blivu ill við hana og søgdu, at hon hevði altíð verið so kjaftabreið

- Viðhvørt føldi eg, at tað var mín skyld og viðhvørt fekk eisini eg ringa samvitsku, tí onkra einstakt bil var tað behagiligt.
Soleiðis dregur Bára Joensen, lærari í Gøtu samanum tey árini, hon varð hon varð kynsliga misbrúkt av sínum egna abba.
Á upplýsandi fundi hjá Kris í Sandavági mikukvøldið um kynsligan ágang ímóti børnum, hevði hon dirvi til at reisa seg upp og greiða øllum teimum yvir hundrað áhoyrarunum frá, hvussu kynsligt misbrúk ávirkar eina barnasál, eisini langt inn í vaksnamannaárini.
Abbin búði á Skála og misbrúkið fór altíð fram heima hjá honum ella á støðum, hann fekk lokkað Báru til.
Tey vóru javnan og vitjaði abban og ommuna á Skála og hon var seks ár, tá ið misbrúkið byrjaði og hon var 13-14 ár, tá ið tað helt upp at, tí tá noktaði hon at vitja abban meiri.
Seinastu ferðina, abbin gjørdi seg inn á hana, var einaferð, hann hevði lokkað Báru við sær burtur í haga og har misbrúkti hann hana.
- Eftir tað hendi onki aftur, tí tá var eg 13-14 ára gomul og skuldi foreldrini okkurt, kundi vera einsamøll heima, og eg noktaði tískil at fara aftur til Skála at ferðast, sigur hon.
- Eftir tað tók abbin seg burtur frá mær og tað var týðiligt, at hann føldi seg ongantíð væl til passar, tá ið tey hitust, so tað var ikki ofta, at tað hendi.

Goymdi tað í sær
Bára Joensen fortaldi ongum um misbrúkið, men goymdi tað inni í sær øll ungdómsárini, heilt til hon varð vaksin.
Hóast hon onkuntíð helt at tað var alt samalt hennara skyld, og hóast hon eisini hevði ringa samvitsku tí hon onkra løtu føldi tað behagiligt, var skommin tann mest yvirtikna kenslan, hon føldi, og tí segði hon tað ongantíð fyri nøkrum.
Tað var ikki fyrrenn hon fekk drong og giftust og hevði fingið annað, og serliga tað triðja barnið, at ballónin brast.
Hon sigur, at tað kynsliga misbrúkið ávirkaði nógv lívið saman við manninum, men tá tey fingu annað barnið, gjørdi hon av at fortelja honum um misbrúkið.
Men hon vildi ikki at nakar annar skuldi vita tað, hóast maðurin royndi at eggja henni til at leita sær hjálp.

Skuldi eg doyð ....
Men so fór hon á Læraraskúla og fekk tað triðja barnið.
Á Læraraskúlanum høvdu tey heilt fitt av sálarfrøði og tað fekk hana at hugsa nógv um støðuna.
- Eg bleiv rættiliga tunglynt og tað bleiv við at mala í høvdinum á mær, hvat hendi, skuldi eg doyð og maðurin mín var tann einasti, ið visti av, hvat abbin hevði gjørt við meg.
- Eg hugsaði eisini, hvat kundi hent, skuldi foreldur míni farið til Skála at ferðast við mínum børnum og um abbin so eisini fór at misbrúka tey.
- Og hvat vissi ongin trúði manni mínum, vissi hann fortaldi um misbrúkið.
Bára Joensen sigur, at tað var tá, at hon gjørdi av at ringja til Kris, har hon hevur fingið góða hjálp, vegleiðing og umsorgan.
Men tey í Kris tóku eisini í herðatoppin á henni og gjørdi henni greitt, at hon mátti eisini taka seg saman, so at hon kundi koma víðari í lívinum.
- Í dag livi eg eitt lív við kynsligum ágangi og ikki í kynsligum ágangi. Eg var eitt offur, men nú eri eg ein yvirlivari.
- Tann kynsliga ágangurin er nakað, eg havi við mær í viðførinum ígjøgnum lívið, men tað fyllir ikki so nógv longur.

Mátti fortelja børnunum
Hóast tað ikki fyllir so nógv nú, hevur tað sanniliga gjørt tað øll hesi árini.
- Tað hevur ávirkað familja rættiliga nógv, hóast tey onki visti, tí tað gekk so long tíð, til eg fortaldi børnunum tað.
Men tað kom tann dagurin, tá ið hon føldi, at hon var noydd at fortelja børnunum, hví mamman av og lá bara lá á sofuni og græt.
- Børnini høvdu ikki uppiborði at hava eina mammu, sum fekk niðurtúrar javnan og savnan, uttan at tey vitstu hví.
Hon hevði onki fortalt teimum, tí hon vildi verja tey, men hon mátti ásanna, at hon mátti siga teimum tað, tí tey hugsaðu tað ringasta, tá ið mamman gekk upployst í gráti, uttan at tey vitstu hví.
Bára sigur, at tí gjørdi hon av at fortelja teimum børnunum, hvussu støðan var.
Men hon fortaldi eisini børnunum, at sjálvandi vóru tað lærarar, ommur og gummur og onnur vaksin, sum tey kundu hava álit á.
Men hon hevur eisini prentað niður í tey, at tey skulu seta mørk.
Og eg havi fortalt teimum, at roynir onkur at lokka tey, skulu tey bara renna avstað.
Kortini mælir hon eisini til varsemi, tí tað má heldur ikki vera so at pápar ikki kunnu sleppa at nana sínum børnum, at hava tey í bað og turka teimum, uttan at stúra fyri at koma undir illgruna fyri kynsligan ágang.
Hinvegin skulu tey heldur ikki vera bangin fyri at fortelja mammu ella pápa frá, hava tey upplivað okkurt keðiligt.

So kom løtan
Bára Joensen staðfestir, at summi koma ongantíð fram við tí, at tey eru kynsliga misbrúk.
Men hennara royndir eru, at tað er neyðugt at koma fram við tí.
- Tað er ikki neyðugt at greiða alment frá tí, soleiðis sum eg geri fyri at varpa ljós á trupulleikan. Men míni avgjørdu ráð skulu vera, at offur fyri kynsligum ágangi skulu leita sær serkøna hjálp fyri at koma víðari við lívinum.
- Og tað er ongantíð ov seint at koma fram við tí.
Bára sigur, at tað bleiv meiri og meiri neyðugt fyri hana at fortelja restini av familjuni um tað, henni hevði verið fyri.
Og ein dagin kom hon so til ta niðurstøðu, at nú skuldi tað vera – og tað kundi ikki bíða.
- Pápin var burtur so hon fortaldi tað fyri mammuni, tí tað mátti út nú og kundi ikki bíða til pápin kom aftur.
Mamman fór eisini at stúra fyri hinum báðum døtrunum.
- Tað stóð nógv á mammu, men hon spurdi so hinar báðar døturnar um abbin eisini hevði gjørt seg inn á tær. Tann eldra noktaði blankt og tann yngra bleiv fyrst øgiliga ill, men síðani viðgekk hon kortini, at abbin hevði eisini misbrúkt hana og aftaná gjørdi tann eldra systurin tað so eisini.
Sostatt var greitt, at abbin hevði misbrúkt allar tríggjar systrarnar
- Hetta var ein sonnum ein royndartíð fyri familjuna og tað var rætt og slætt ein ruðuleiki heima. Mamman tók tað rættiliga nær at allar hennara tríggjar døtur høvdu verið misbrúktar.
Hon er serstakliga kedd tí hevði eg havt sagt tað beinanvegin, kundi hon havt spart meg fyri nógv misbrúk og hon kundi eisini havt forðað fyri, at yngra systurin yvirhøvur kom í misbrúkið.
Men serliga fast hevur tað tikið pápanum, at hansara pápi hevur misbrúkt allar tríggjar systrarnar.
Bæði foreldrini eru illa plágað av skuldarkenslu, av at tey einki hava lagt til merkis.
- Men nú eru vit komin víðari. Vit tosa nógv saman og vit standa øll saman um hetta sum familja, eisini verfamiljan hjá mær.
- Eg royni at fortelja fyri teimum, at tað ber ikki til at liva í fortíðini, tí hon er farin og vit mugu royna at koma víðari.

Abbin settur til svars
Allar tríggjar systrarnar hava verið hjá Kris, men tær stuðla hvørja aðra væl og tær práta nógv saman.
Tað kom eisini hartil, at Bára gjørdi av at fara á Skála at seta abban andlit til andlits við sínar gerðir.
- Hinar báðar systrarnar gjørdu av at koma við. Tær søgdu, at tær tordu ikki at siga nakað, men tær skuldu koma við fyri at stuðla og vera hjá mær.
- Tá ið vit komu inn til hansara, ætlaði hann at rýma á dyr, men eg stóð fyri honum og forðaði honum og gav honum boð um at seta seg.
Men hann vildi ongantíð viðganga tað, hann hevði gjørt.
Omman fór í verjustøðu fyri abban og ein pápabeiggi, sum eisini var inni, vardi eisini abban og helt fyri við meg, at eg hevði altíð verið so kjaftabreið.
- Men eg fekk so sagt tað, eg hevði at siga, við abban og so fóru vit á dyr.

Meldaðu abban
Tvær vikur seinni gjørdu vit av at melda hann. Tað var eisini fyri at gera løgregluna varuga við, at her er ein maður, tey eiga at hava eyguni eftir, tí hann var framvegis bæði frískur og ferðugur.
Men hann doyði nakrar heilt fáar dagar aftan á.
- Tað var onkur, sum læt meg vita, at tað var eg, sum hevði lagt hann í grøvini. Men eg síggi tað øðrvísi, tí eg føli eg mátti seta hann til svars fyri hansara gerðir nú, áðrenn tað bleiv ov seint og hann fór at doyggja, tí hansara tíð var komin.
Omman og tann eini pápabeiggin tóku ta støðu heldur at trúgva abbanum og familjan fór mestsum í tvíningar og hevði ikki so nógv samband síðani.
- Men nú eri eg komin so mikið langt í mínari grøðingar-tilgongd, at eg havi fyrigivið ommu og eg havi eisini vitjað hana við børnunum, so at tey kunnu koma at kenna sína langommu.
Bára leggur afturat, at hóast abbin misbrúkti hana, hevur hon eisini havt øgiliga nógvar góðar løtur saman við honum, tí hann hevði eisini nógv gott í sær.
- Tað var tann tíð, tá ið eg bara hevði ring minni um abban. Nú tori eg at viðanga, at eg var eisini góð við hann – men hann hevði keðiliga síður, sigur Bára Joensen.