Abbi okkara eitur Steinbjørn O. Jacobsen, og verður hann 60 ár fyrsta dagin. Hann hevur nevniliga føðingardag tann. 30. oktober. Hann var, sum tit nokk kunnu rokna tykkum fram til, føddur í 1948. Hann er giftur við Sunnuvu Jacobsen, fyrr Joensen. Vit eiga fýra mammubeiggjar, so abbi og omma fingu fimm børn. Enn hava tey bara fingið fýra ommu- og abbasynir og eina ommu- og abbadóttur. Men man okkurt ikki fara at koma afturat? Tað rokna vit við.
Vit halda, at tað er nokkso kuul, at abbi er borgarstjóri, men fyrst og fremst er hann abbi okkara.
Vit kunna siga sera nógv um hann, og fara vit tí at siga nøkur ting, nú vit ynskja honum til lukku.
Abbi er altíð sera fittur, blíður og ikki minst stuttligur. Hann er altíð í góðum lag.
Hvørja ferð hann kemur at vitja okkum, kemur lív í. Steinbjørn abbi dámar væl at berjast, og tí rokast vit sera ofta, tá hann er hjá okkum, ella tá vit eru heima hjá honum.
Abba dámar, sum næstan øll vita, eisini væl at hyggja eftir fótbólti. Tað gera vit eisini. Tí tosa vit ofta um fótbólt. Hann tosar fyri tað mesta um KÍ, men vit fortelja honum eisini um útlendskan fótbólt. Mest um Liverpool og Arsenal. Tá fótbóltur er í ÚF lurta vit viðhvørt, men ofta fara vit norður til hansara at hyggja eftir enskum fótbólti í sjónvarpinum hjá teimum. Vit síggja ikki so nógv sum tey – babba er heldur ikki borgmeistari.
Bomm, sukur og kakur elskar hann. Lítli Steinbjørn sigur, at onkur hevur sagt við hann, at Steinbjørn abbi hevur tað man kallar søta tonn. Men tað hava vit einki hoyrt um í lívfrøði – í øllum førum ikki enn. Men vit vita, at honum dámar væl kakur og nógv sukur útí tevatn.
Forvitin! Tað er hann. Alt skal hann hava við. Onkutíð halda vit, at hann hevur gevind í hálsinum, men tað passar neyvan. Vit hava heldur einki hoyrt í skúlanum um, at fólk hava gevind nakrastaðni í kroppinum.
Abbi dugur nógv ymiskt. Nú ein dagin, tá vit koyrdu framvið húsum hjá teimum, hekk hann uppi undir nýggja karnapplinum við einum hamara. Dagin eftir hekk hann við einum pensli. Og triðja dagin, tá vit fóru inn til ommu og abba, hevði hann eitt sparstlijarn í hondini og legði nýggjar flísar í gongini.
Men so skjótt vit vóru komnir inn, segði abbi, at hann fór at gera ein drekkamunn. Tað ger hann altíð, tá vit koma og sikkurt eisini, tá onnur koma at vitja hann. Skjótur er hann at fara at keypa okkurt, um einki er eftir av lekru kakunum sum omma plagar at gera. So drønar hann heim í býin við bilinum. Tað hendir seg, at hann er nokkso leingi vekk, men tað er helst tí, at hann er farin at práta við onkran hann hevur møtt.
Abbi. Tú mást minnast til at halda áfram at sparka innandura fótbólt minst tvær ferðir um vikuna. Tí vit halda, at tað er nokk tað, sum ger, at so nógvur futtur er í tær.
Eitt annað mugu vit nevna. Hann er ein sannur sósmeistari. Serliga glaðir eru vit fyri teir deiligu lambasteiksdøgurðarnar og tíni sós. Nam nam.
At syngja dugur Abbi eisini. Tað er nakað sum hann elskar, tí altíð hevur hann tíð til tað!
Góði abbi. Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við 60 ára degnum hósdagin. Takk fyri at tú ert so góður við okkum. Vit eru eisini góðir vit teg. Vónandi fáa vit nógv ár saman afturat J
Og sjálvandi gleða vit okkum til veitsluna, sum verður í Skálanum 30. oktober.
Mikkjal og Steinbjørn









