Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, ger nú vart við, at sambært palestinsku grundlógini hevur hann heimild til at koyra ta nýggju Hamas-stjórnina frá. Hann leggur tó afturat, at sum er hevur hann ongar ætlanir um at nýta heimildina.
Mahmoud Abbas hevur ikki dult fyri, at hann vil hava Hamas-stjórnina at viðurkenna ísraelska ríkið, men ávaring hansara fekk umboð fyri Hamas at siga, at eina slíka viðurkenning kann forsetin ikki kroysta oman yvir stjórnina. Tvørturímóti hótti ein av Hamas-leiðarunum við at seta vápnahvíldaravtaluna við Ísrael úr gildi, um forsetin leggur ov stórt trýst á stjórnina.
Eg vóni ikki, at forsetin koyrir okkum frá, tí ein slík avgerð hevði gjørt nógv størri skaða enn gagn, segði Hamas-leiðarin.