Abbas størri vald

Júst sum Hamas tekur við stjórnarleiðsluni í teimum palestinsku økjunum, hevur palestinska tjóðartingið samtykt at geva Mahmoud Abbas, forseta størri heimildir.

Eitt nú hevur forsetin fingið heimild til at skipa ein grundlógardómstól, sum skal taka støðu til møguligar ósemjur ímillum forsetan og Hamas í framtíðini. Harafturat setti tingið nøkur týðandi størv í umsitingini, og yvirhøvur er talan um menn, sum eru limir í Fatah-flokkinum, skrivar AP. Millum annað fekk stovnurin, sum heldur eygað við korrupsjón og sviki, nýggjan leiðara.

Hamas hevur longu boðað frá, at flokkurin góðkennir ikki samtyktirnar hjá tinginum, og at flokkurin fer at seta tær úr gildi, so skjótt tað nývalda tingið hevur tikið við. Men tað kann gerast trupult, tí sambært stýrisskipanini kunnu samtyktirnar ikki setast úr gildi, uttan so at tveir triðingar at tinginum atkvøða fyri. Tað merkir, at minst 82 av teimum 130 tinglimunum skulu taka undir við Hamas, og sum er hevur flokkurin 74 sæti í tinginum. Tað er tó ikki óhugsandi, at onkrir óheftir tinglimir fara at stuðla Hamas í hesum málinum, skrivar AP úr Ramallah.