Abbas: -Nú eiga vit ríkið

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, fekk eina stórfingna móttøku, tá hann í dag kom aftur til Ramallah á Vestara Áarbakka eftir at hava luttikið á ST-aðalfundinum í New York, sum samtykti at geva Palestina eygleiðarastøðu í heimsfelagsskapinum.

-Ja, nú eiga vit ríkið. Ein stórur meirtiluti av heimssamfelagnum góðkendi Palestina, frælsi okkara og og sjálvræði okkara. Eingin yvirgangur, ongar niðursetubygdir, eingin herseting, segði Abbas í einari røðu fyri teimum nógvu, sum vóru komin at taka ímóti honum.

Palestinski forsetin segði, at sigurin á aðalfundinum hjá ST var hansara fyrsta stig í arbeiðinum at sameina palestinar og teir stríðandi bólkarnar Hamas og Fatah.