Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, fordømdi í gjárkvøldið tilburðin, tá fýra ísraelsmenn vórðu myrdir uttan fyri niðursetubygdina Kiryat Arba á Vestara Áarbakka. Palestinski felagsskapurin Hamas kunngjørdi seinni, at hann hevði skipað fyri álopinum.
Mahmoud Abbas segði, at hann fordømir øll álop á sivilfólk, sama um tað eru palestinar ella ísraelsmenn. Hann legði afturat, at álopið á Vestara Áarbakka hevði eittans endamál, og tað er at forkoma royndunum at fáa friðarsamráðingarnar í gongd aftur.
Abbas kom í gjár til USA, og í morgin skal hann hitta ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, í Washington. Teir skulu umrøða møguleikarnar fyri at taka friðarsamráðingarnar uppaftur.