Abba stevnir Danska Fólkaflokkinum

Teir báðir ABBA-menninir, Benny Andersson og Björn Ulvaeus, eru alt annað enn fegnir um, at ungmannafelagið hjá Danska Fólkaflokkinum brúkti lagið til sangin ?Mamma Mia?, tá felagið á landsfundi floksins seinasta vikuskiftið heiðraði Piu Kjærsgaard.

Sambært bretska blaðnum The Daily Telegraph hava teir gjørt av at leggja sak ímóti Danska Fólkaflokkinum, tí ungmannafelagið hjá flokkinum hevði ikki spurt teir báðar lagsmiðirnar um loyvi at sleppa at brúka tað kenda lagið.

-Í fyrra lagi kunnu tey ikki broyta sangir, sum teimum lystir, og í øðrum lagi vilja vit gera greitt, at vit hava avgjørt ongan áhuga í at stuðla teirra flokki, sigur Benny Andersson sambært The Daily Telegraph.

Tí hava hann og Björn Ulvaeus biðið plátufelagið Universal Records um at fyrireika stevning ímóti Danska Fólkaflokkinum ella ungmannafelagi floksins.