ABBA The Show rúnarbant Hollywood Bowl við einari fantastiskari framførslu nú um dagarnar Nú heldur konsertferðin í USA fram, og tá ið hon er liðug, kemur heimskenda ABBA-showið til Føroya at framføra á Summar Festivalinum.
ABBA The Show, sum skal spæla á Summar Festivalinum í august, er í hesum døgum á konsertferð í USA, og har gongur strúkandi hjá teimum.
Nú um dagarnar hevði ABBA The Show framførslu í heimskenda Hollywood Bowl, og teir 18.000 áhoyrarnarir vóru á gosi. Fóllk sungu, klappaðu, dansaðu og veipaðu saman við ABBA-showinum, og tey, sum varða av ABBA The Show vóru ovurfegin um móttøkuna.
- Áskoðararnir vóru fantastiskir, og øll mest sum stóðu og sungu við gjøgnum alla framførsluna. Hetta var veruliga eitt heilt serligt kvøld fyri okkum, sigur Kenneth Svoldgaard, sum er umboðsmaður hjá ABBA The Show.