Menninir handan hittini "Dancing Queen", "Knowing Me Knowing You" og "Waterloo" finna nú saman aftur til at gera eitt lag til Melodi Grand Prixið, sum verður í Malmø í ár.
Við lagnum "Waterloo" megnaðu teir at vinna Melodi Grand Prix í 1974. Nú hittast Benny Andersson og Bjørn Ulvaeus aftur í samband við MBP, og hesaferð skrivað teir lagið "We Write the Story". Tað gera teir saman við 23 ára gamla framleiðaranum Avicii, sum hittaði kring heimin í 2011 við lagnum "Levels".
- Vit fingu eina áheitan frá Martin Østerdahl og Christer Bjørkman, sum eru framleiðarar hjá svenska kringvarpinum SVT, og teir greiddu frá teirra dreymum um MGP í ár, og tað endaði við, at vit samdust um at gera ein sang um at vera samdur og um felagsskap, í samstarv við Avicii. Tað er veruliga stuttligt og inspirerandi, siga teir báðir við útlendskar miðlar.
"We Write the Story" verður at hoyra, tá ið MGP finalan verður 18. mai.










