AB
Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so var væntandi, at AB mánakvøldið gjørdi sáttmála við Rúna Nolsøe og Allan Mørkøre, sum altso báðir verða partur av felagnum komandi kappingarárið. Rúni sum spælandi venjari, og Allan sum royndi spælarin, ið eisini kann geva venjaranum eina hond.
Tað kundi bent á, at argjamenn komandi ár ætla sær at stevna beina kós móti Formula-deildini, og hetta er so ikki nakað, sum verður avsannað av Tórálvi Stenberg, formanni í AB.
- Ætlanin hjá okkum er sjálvandi, at vit vilja liggja so ovarliga, sum tað er gjørligt. Fyri einum seks-sjey árum síðani settu vit okkum sum mál, at AB við tíðini skuldi gerast ein partur av bestu føroysku deildini, og vit hava støðugt gjørt framstig síðani tá. Vit hava nú verið í aðru deild í trý ár, og vit hava støðugt amast móti toppinum, uttan at vit tó eru komnir heilt upp.
Vil tað siga, at tit eru ónøgdir um úrslitini, sum felagið hevur fingið í ár?
- Nei. Vit hava verið framúr væl nøgdir. Ikki minst tí vit halda hetta vera mest sum optimalt, tá smali spælarahópurin verður havdur í huga. Men við Rúna og Allani vóna vit, at vit kunnu tilføra hópinum nakrar nýggjar impulsir, samstundis sum vit eisini fáa tveir sera royndar spælarar á liðið, sigur hann.
Formaðurin vil ikki staðfesta, at uppflyting til bestu deildina er eitt krav til nýggja venjaran, men at hetta er málið, tykist lítil ivi vera um.
- Málið er sjálvandi, at vit vinna teir dystir, sum vit spæla næsta ár. Og gera vit tað, so standa vit sjálvandi sum vinnarar av deildini, sigur hann, áðrenn hann leggur afturat, at kappingin verður hørð.
- Eg ivist ikki í, at talan komandi ár verður um eina sera javna kapping. Vit eru kanska fyrsta felagið, sum boðar frá, hvussu vit vilja styrkja hópin, men eg ivist ikki í, at fleiri onnur eisini gera tað sama. Í ár verður tað so helst B68, sum fer beinleiðis upp, men onnur lið hava eisini verið væl við, og tað verður eisini sterk mótstøða, sum dettur úr Formula-deildini. So skulu vit hava nakran møguleika her, so er sera umráðandi, at vit brynja okkum sera væl, staðfestir AB-formaðurin at enda.