AB vann á B36

Millum B36 og AB var javnleikur eftir at Tehe Aristide, sum skoraði eftir horna í fyrsta minutti, og eftir at Høgni Eysturoy fylgdi upp uppá eitt brotspark, sum Klæmint Matras skeyt á Tórð Thomsen í 12. minutti.

Tað var annars Janus M. Joensen, ið gjørdi brotsparkið ímóti Jóhan Ellingsgaard.

Nú seinni hálvleikur er hálvrunnin er støðan

2-1 til AB.

Hóast B36 hevur havt bóltin meiri, so er argjamenn vandamiklir, og tað endar við, at Klæmint Matras fellir Dánjar Róa Olsen í brotsteiginum. Tí verður brotspark, sum Janus M. Joensen setir trygt í netið.

90+: Rasmus Nielsen spælir væl saman við Evrard Ble. Rasmus blívur leysir, fær bóltin fram við málmanninum. Men bólturin er ikki komin yvir um strikuna, so tað ger ein hart pressaður Herbert í Lon Jacobsen.

3-1 til AB ímóti B36. Liðugt.

 

 

Fuglfirðingar taka í dag ímóti Víkingum, og royna eftir føri muni at hevna sorlið í stepakappingini. Men har var støðan framvegis 0-0.

Víkingur hevur verið betra liðið, men í fyrra hálvleiki eru bæði Finnur Justinussen og Sam Jacobsen farnir út við skaðum, og tí verður helst trupult hjá Víkingum at blanda kortini nógv meira.

Nú er 1-1 í Fuglafirði. Tað var ÍF, ið legði bragdligari út, tí Hanus Eliasen, sum var komin inn í hálvleikinum skoraði til 1-0 til heimaliðið, men løtu seinni setti Súni Olsen fríspark beinleiðis í málið. Eitt fríspark, sum Andreas Gango hevði tikið á einum góðum degi.

82: Nú bragdaði hjá Víkingum. 2-1, sum Andreas Lava Olsen skallar í málið eftir eitt hornaspark. Nú verður torført hjá fuglfirðingum, tí Dánjal á Lakjuni er útvístur.

89: Nú fekk Balazs Sinko eisini reytt kort fyri at skumpa Andreas Lava Olsen.

Liðugt.

 

Vesturi í Vágum tekur 07Vestur ímóti EB/Streymi, og har er støðan 2-2, eftir at Levi Hanssen hevur fingið EB/Streym upp á javnt.

Hini málini komu í fyrra hálvleiki, og EB/Streymur byrjaði við at leggja seg á odda eftir mál hjá Sorini Angel. Síðani fekk 07Vestur tvey mál, har Jens Erik Rasmussen hevði nógv at siga í báðum, men í báðum førum fingu aðrir leikarar onkran fót við.

3-2 til 07Vestur, eftir eitt fríspark, ið varð tikið skjótt av miðjuni, sum kom inn um verjuna og endaði við máli.

85: 4-3 til EB/Streym! Nú kom gongd á hjá EB/Streymi. Fyrst eitt hornaspark, sum Alex Dos Santos beindi beinleiðis í netið, og so eitt fríspark, sum Arnbjørn Hansen fær stýrt í netið.

90: 5-3 til EB/Streym. Nú er liðugt í Vágum, og EB/Streymur fer heim við einum 5-3 sigri, eftir at Hans Pauli Samuelsen skeyt 5. málið upp á fríspark við vinstra beini úr høgru síðu.

 

Millum B68 og HB endaði 3-3, og liðini vóru rættiliga jøvn allan dystin. Spælið gekk rættiliga skjótt hvønn vegin, so talan bleiv um ein undirhaldandi dyst.

Seinasti dysturin byrjaði klokkan 17 í Klaksvík, har NSÍ og KÍ hittast.

 

Rás2 varpar tann dystin út.