- Vit skulu skora eitt mál í Streymnesi, og tað er ikki ógjørligt, so vit trúgva uppá tað, sigur John Petersen, ein av venjarunum hjá AB.
Hann greiðir frá, at EB/Streymur var omaná fyrstu løtuna, men so hvørt, sum dysturin leið komu teir meira inn í dystin, og eru ikki so misnøgdir við úrslitið á Argjum, hóast EB/Streymur fekk eitt útivallarmál, ið kann gerast avgerandi.
- Teir fáa eitt týdningarmikið útvallarmál, men vit koma aftur og fáa ein javnleik, so nú er púra opið, sigur hann.
Hann metir somuleiðis, at ongin munur var á liðunum í gjár, og metir hann tað ikki vera ógjørligt hjá AB at spæla í Gundadali á Ólavsøku, tá finalan um Løgmanssteypið verður.









