AB ætlar sær úr botninum

AB er niðast á støðutalvuni, og har hava argjamenn verið tað mesta av kappingarárinum. Eftir sigurin á Víkingi og javnleikin í Klaksvík er møguleiki fyri, at AB seinnapartin í dag – fyri fyrstu ferð síðani 3. umfar – skal lyfta seg av íggjunda plássinum. Treytin er, at AB í dag vinnur størri úrtøku enn 07Vestur.

 

Avbjóðingin hjá AB er stór. TB er á veg norður á Argir, og tølini siga, at serliga í verjupartinum er TB sera væl fyri. TB er fýra tær seinsatu ferðirnar farið av vøllinum við úrtøku, og tríggjar tær seinastu ferðirnar er einki mál farið ígjøgnum.

 

Tað eru tíggju stig millum AB og TB. Tvøramenn fegnast um gongdina higartil:

-Vit fegnast um, at vit eru leysir av botninum, og at tað er stutt fram til heiðursmerkjaplássini. Um tað hevði eydnast okkum at vunnið tveir dystir á rað, so hevði tað flutt okkum langt, staðfestir Óli Johannesen.

 

Hjá AB er liðformaðurin Jónas Stenberg leikbannaður eftir reyða kortið í Klaksvík. Hjá TB eru onkrir spælarar ivasamir. Ímóti B36 var Poul Ingason á beinkinum fyrsta tíman. Hann verður við frá fyrsta bríksli á Argjum.

 

7. apríl vann TB 2-0 á heimavølli ímóti AB.

 

AB-TB: Lars Múller kl. 15.00.