AB ætlar sær páskastig

AB hevur sett sær sum mál at fáa stig um páskirnar – helst fleiri. Hanus Jacobsen og Rani D. Christiansen eru báðir komnir seg heilt, so broytingar vera á liðnum til páskadystirnar

Á Argjum eru tey framvegis hørm um tapið fyri samansetta suðuroyarliðnum. Tá ætlaðu argjamenn sær trý stig, men fingu einki. Tí eru teir ógvuliga uppsettir uppá at fáa stig, helst fleiri, burtur úr páskadystunum móti GÍ og EB/Streymi.
Liðið sær eisini nakað sterkari út nú, enn tað gjørdi móti VB/Sumba. Hanus Jacobsen og Rani D. Christiansen sótu báðir hálvskaddir á beinkinum tá, men eru nú komnir seg heilt og tí skal roknast við, at teir báðir byrja inni.
Men har eisini onkrir skaðar á liðnum. Jón Nielsen hevur trupulleikar við rygginum og verður ikki við, og somuleiðis er tað ivasamt, hvørt Súni Fríði Barbá verður klárur. Hann fekk ein snudd, tá teir spældu í Suðuroy, og hevur ikki vant í vikuni, men á Argjum krossa tey fingrar fyri, at málrevurin verður tøkur til týdningarmiklu dystirnar skírisdag og annan páskadag.