Í kvøld verður ólavsøkudystur millum ÍF Føroyar og AB. Talan er um forkunnugan møguleika hjá fótbóltsáhugaðum føroyingum at síggja nakrar av profilunum, sum áður hava gjørt seg galdandi í landsins bestu fótbóltsdeild, men sum nú búleikast í Keypmannahavn.
Hetta er annað árið á rað, at ÍF Føroyar spælir í Føroyum. Í fjør spældi útisetarnir í móti B36, og tann dystin taptu teir 3-1 eftir at hava verið á odda 0-1.
»Í fjør góvu vit B36 ein skarpan gang í fyrra hálvleiki, men megnaðu ikki at halda tørn eftir steðgin, tí orkan var uppi. Í ár ætla vit okkum, at tað skal halda allar 90 minuttirnar. So vit fara heilt greitt eftir at koppa AB úti Argjum í kvøld«, sigur Andrass K. Thomassen, venjari hjá ÍF Føroyum.
Venjarin hjá 1. liðnum hjá ÍF Føroyum hevur eisini alla orsøk til at vera bjartskygdur. Hansara lið vann met nógv stig, tá teir vunnu sær sætið í Keypmannahavnarseriuna fyrr í ár. 66 stig fyri 26 dystir!
Somuleiðis sær tað ógvuliga áhugavert út í steypakappingini, har ÍF Føroyar skal dystast við Fløng/Hedehusene, sum dagliga spælir eina deild lægri enn ÍF Føroyar. Vinna føroyingarnir hendan dystin, so eru útlitini fyri at møta liðum úr bestu donsku deildini. Hesin dysturin verður 14. august.
Men tað er ikki einans hjá 1. liðnum, at tað gongur væl. ÍF Føroyar er eitt felag í framgongd. Seks lið umboða felagið í donsku fótbóltskappingunum. Tí var tað eisini at formaður felagsins, Ingibjørn Johannesen, fyrr í ár segði soleiðis:
»Í einum lítlum felagi sum okkara, hevur hvør einasti limur og stuðul avgerandi týdning. Felagið telur nógvar dugnaligar leikarar og góðar venjarar, umframt at vit eisini hava eina vælskipaða nevnd. Haraftrat hava vit ein sera góðan høvuðsstuðul hjá mansliðnum í Elektron. Alt hetta hevur gingið upp í eina hægri eind í ár, og tað hevur stóran týdning fyri ÍF Føroyar, at vit merkja úrslitið av okkara miðvísa arbeiði«.
Dysturin millum AB og ÍF Føroyar verður á Argjum klokkan 18.00 í kvøld, og teir, sum umboða ÍF Føroyar eru hesir:
Skála: Heini Kristiansen, Rói Jacobsen og Bárður Danielsen.
07 Vestur: Trygvi Askham og Jóhan Hendrik Ellefsen.
B68: Ovi Brim.
ÍF: Hanus Eliasen.
B36: Jóhan V. Gunnarson, John Hansen, og Johan Ellingsgaard.
HB: Páll Mohr Joensen og Rani D. Christiansen.
KÍ: Jósup Henriksen og Steffan Kalsø.
TB: Rasmus Nolsøe.
FC Suðuroy: Jákup Olsen.