AB tapti fyri oddaliðnum

Liðið hjá Hørði H. Askham tapti fyrsta kappingardystin í 2024

Ígjár ferðaðust Hørður H. Askham og hinir í hópinum hjá AB til Vesturjútland fyri at spæla dyst móti greiða oddaliðnum í triðbestu deildini, Esbjerg. Talan var um fyrsta kappingardystin hjá AB í 2024.

 

2.862 áskoðarar á leikvøllinum, ið nevnist Blue Water Arena sóu heimaliðið vinna 2-1 á AB. Longu tá 18 minuttir vóru leiktir hevði Esbjerg lagt seg á odda 2-0.

 

Hørður byrjaði ikki inni, men hann á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki. Heilt móti dystarenda eydnaðist tað Tim Freriks at minka um munin til 2-1, men nærri kom AB ikki.

 

AB er á týðandi sætta plássinum, ið gevur rætt til at taka lut í ovara endaspælinum við lokið endaspæl. AB hevur 22 stig á sætta plássinum. Hørður og liðfelagarnir eru fimm stig frammanfyri Fremad Amager, ið hevur 17 stig á sjeynda plássinum.

 

Komandi sunnudag hevur AB heimadyst móti Aarhus Fremad, ið er triðfremst í deildini við 33 stigum.

 

Aftaná tann dystin fer Hørður at hugsavna seg um uppgávurnar hjá landsliðnum, ið eru fyri framman móti Liktinstein 22. mars, og Danmark á leikvøllinum í Brøndby 26. mars.