AB er eins og hini liðini undir fyrireikingum til komandi kappingarárið í Effodeildini, sum nærkast í hvørjum, men tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hvat skaðum viðvíkur.
Herfyri gjørdist Gert Drangastein álvarsliga skaddur undir venjing, tá ið hann sleit hælsinuna. Tað er tískil at gita sær til, at tað helst gongur rúm tíð áðrenn hann aftur verður tøkur.
Veteranurin Símun Samuelsen hevur higartil ikki verið partur av fyrireikingunum hjá AB. Orsøkin er tann, at hann stríðist við ein meniskskaða.
Tað røkist tó fyri, at hann skjótt gerst klárur at spæla aftur, tí hann skal nevniliga skurðviðgerast seinni í vikuni, og eftir slíka skurðviðgerð gongur vanliga ikki drúgv tíð áðrenn ein er førur fyri at spæla aftur.