AB stríddi seg fram til ein sigur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr AB-venjarin Trygva Mortensen seta orð á ein søtan sigur hjá AB ímóti HB í Gundadali

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá AB, Trygva Mortensen, sum kundi gleðast um ein óvæntaðan 2-1 sigur ímóti HB á útivølli í Gundadali í Havn fyrr í dag.

 

Trúgvi Mortensen heldur, at AB stríddi seg til ein sigur í dag. Teir í AB vóru væl fyrireikaðir til dystin, og Trygvi Mortensen heldur, at AB spældi væl, og var við yvirlutan stórar partar av dystinum.

 

Sigurin hevur stóran týdning fyri AB, sum nú fer at gera klárt at spæla frammanfyri einari metstórarari áskoðarafjøld úti á Argjum, tá KÍ kemur á vitjan úti í Vika.