AB skrivað sáttmála við gamlan kenning

Leivur Holm Joensen verður partur av hópinum komandi kappingarár

AB hevur styrkt um hópin við nýggjum verjuleikara, sum er gamal kenningur í felagnum. Tað er 30 ára gamli Leivur Holm Joensen, sum í kvøld hevur skrivað sáttmála við AB fyri komandi kappingarár. Hesum boðar AB frá í kvøld. 


Leivur Holm Joensen spældi við AB frá 2012 til 2014, har hann sambært Faroesoccer.com skeyt 7 mál. Hann hevur síðan 2015 spælt við Giza/Hoyvík. Hann hevur í 2018 spælt 14 dystir fyri felagið, sum nú eitur FC Hoyvík, og skotið eitt mál.

 

Í gjár visti bolt.fo at siga, at ein av profilunum hjá AB í fjør, Bárður Hansen, gevst í AB.

 

Leygardagin klokkan 13 spælir AB sín fyrsta venjingardyst í ár. Dysturin verður ímóti NSÍ.