Hóast tað resta trý umfør – og fýra dystir hjá AB - so er tað longu greitt, at AB næsta ár skal spæla í bestu deildini.
4-1 sigurin ímóti Giza Hoyvík seinnapartin leygardagin 23. september 2017 ber søguliga staðfesting við sær. AB hevur vunnið næstbestu deildina, og tað er ikki komið fyri áður.
AB er tríggjar ferðir áður flutt upp úr næstbestu deildini. Allar tríggjar ferðirnar er AB flutt upp sum næstbesta liðið í næstbestu deildini.
Tá ið AB flutti upp í 2012, var úrtøkan 61 stig.
Tá ið AB flutti upp í 2008, var úrtøkan 64 stig.
Tá ið AB flutti upp í 2006, var úrtøkan 47 stig.
Í tveimum teimum fyrru førunum var tað fyri 27 dystir, og í síðsta førinum var tað fyri 21 dystir.
Higartil í ár hevur AB vunnið 55 stig. Tað resta fýra dystir, og harvið hevur AB møguleika at vinna 67 stig, Um tað eydnast, so verður úrtøkan størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið hjá AB í næstbestu deildini.
Setningurin hjá AB í bestu deildini hevur allar tríggjar ferðirnar verið at halda tørn um plássið.
Í fyrstu royndini – í 2007 – vann AB seytjan stig, sum bar níggjunda plássið og niðurflyting við sær.
Onnur royndin bar pláss í fremstu røð við sær í tvey ár.
Í 2009 var úrtøkan 34 stig og sætta pláss. Hetta er besta úrtøkan hjá AB higartil.
Í 2010 var úrtøkan fjúrtan stig og tíggjunda plássið og niðurflyting.
Triðja royndin bar pláss í fremstu røð við sær í fýra ár.
Í 2013 var úrtøkan 31 stig og sjeynda plássið.
Í 2014 var úrtøkan 25 stig og áttanda plássið.
Í 2015 var úrtøkan 24 stig og áttanda plássið.
Í 2016 var úrtøkan átjan stig, níggjunda plássið og niðurflyting.
24. umfar
ÍF-HB 0-5 (0-1)
0-1: Rói av Fløtum
0-2: Rói av Fløtum
0-3: Rói av Fløtum
0-4: Rói av Fløtum
0-5: Jógvan Petersen
NSÍ-KÍ
Útsettur til mánakvøldið
Giza Hoyvík-AB 1-4 (0-1)
0-1: Teitur D. Olsen
0-2: Jobin Drangastein
1-2: Ahmed Keita
1-3: Cristian í Garði
1-4: Jobin Drangastein
B36-Víkingur 0-2 (0-1)
0-1: Regin Jensen
0-2: Pól Enok Hansen
Suðringar-B68 3-3 (2-2)
1-0: Teitur K. Mortensen
2-0: Poul Ingason
2-1: Oddur Højgaard
2-2: Óli H. Olsen
2-3: Oddur Højgaard
3-3: Palli Augustinussen
Støðan eftir 24 umfør
AB 55
Víkingur 44
KÍ 43
B68 43
HB 33
NSÍ 33
Giza Hoyvík 29
Suðringar 28
B36 24
ÍF 0
AB, KÍ, NSÍ og Suðringar hava spælt 23 dystir, og hini liðini hava spælt 24 dystir
Útsettir dystir
Mánadagin 25. september
NSÍ-KÍ
Mikudagin 27. september
AB-Suðringar
25. umfar
Leygardagin 30. september
KÍ-Suðringar
Víkingur-NSÍ
B68-Giza Hoyvík
HB-B36
AB-ÍF