Í dag fara argjamenn at biðja venjaranum Sámal Erik Hentze farvæl. Í kvøld verður ársveitsla, og tá verður eftir øllum at døma kunngjørt, at Bill Jacobsen næsta ár fer at hava ábyrgdina av besta AB liðnum.
Í vár var tað rættuliga soltið hjá AB. Nú sær betri út. Liðið hevur tryggjað sær rættin at halda fram í bestu deildini. Venjarin staðfestir, at málsetningurin er rokkin, og við AB heimasíðuna sigur hann, at hann er stak væl nøgdur við avrikið í Sørvági, har AB vann 3-0.
Í dag fer venjarin at geva onkrum teirra, sum hava sitið nógv á beinkinum, møguleikan millum teir fyrstu ellivu. Allir AB spælararnir eru tøkir.
Álítandi keldur vilja vera við, at tað á ársveitsluni í kvøld verður kunngjørt, at annar av U21 landsliðsvenjarunum, Bill Jacobsen, verður venjari á Argjum í 2014.
Fyri fyrstu ferð síðani 2005 er EB/Streymur ikki millum tvey tey bestu liðini. EB/Streymur er á sætta plássi. Um Víkingur ikki vinnur í Trongisvági, og EB/Streymur vinnur fulla úrtøku á Argjum, so vinnur EB/Streymur fimta plássið. Í ár hevur Rúni Nolsøe verið venjari við Margáir, og tað verður hann eisini í 2014.
Verjukendi miðvallarin Arnar Dam er leikbannaður. Niels Pauli Danielsen hevur verið plágaður av knæskaða. Hesa ferð verður hann millum teir fyrstu ellivu. Fótbóltsprátið síðstu dagarnar kundi bent á, at bæði Pætur Dam Jacobsen og Levi Hanssen í dag fara at umboða EB/Streym fyri síðstu ferð í hesum umfarinum.