TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá AB, Trygva Mortensen aftaná tepra 1-2 tapið hjá AB ímóti B36, har AB størra partin av dystinum spældi 11 ímóti 10 monnum. Róaldur Jakobsen var rikin av vølli í fyrra hálvleiki.
Fyri Trygva Mortensen er tað vónbrot, at eingin úrtøka fekst burturúr dystinum. Hann heldur, at hansara menn dugdu væl at trýsta B36, men teir skaptu alt ov fáar málmøguleikar.
Trygvi Mortensen dugir kortini at geva kreditt til B36, sum hann heldur dugdi væl at spæla í undirtalsstøðu. Trygvi Mortensen staðfestir, at tað eru tepur tap AB er úti fyri, og við betri álopsspæli hevði meiri komið burturúr.