AB-Skála beinleiðis á FM1 klokkan 16 í dag

Útsetti dysturin verður avgreiddur í dag

Dysturin sum skuldi vera millum AB og Skála úti í Vika á Argjum ígjár bleiv útsettur vegna nógva vindin, ið gjørdi um seg ígjár.

 

Dysturin er ásettur at vera seinnapartin í dag klokkan 16.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo