Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í síðsta dystinum í 13. umfari. Tað er AB, sum eigur heimavøll og fær vitjan av KÍ.
Tað lætnaði av álvara í Klaksvík, tá ið fyrsti sigurin síðani 21. apríl var veruleiki ímóti ÍF fyri einari viku síðani.
-Hugburðin var einki at finnast at, og tað var kærkomið, at framrættaði parturin riggaði, og at tað endiliga eydnaðist at skora fleiri mál í opnum spæli. Sjálvsálitið økist, og tað kemur væl við, nú vit fyrireika okkum at fara á Argir, har okkum bíðar sera torfør uppgáva, tí argjamenn eru svangir, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.
At tað gekk so væl ímóti ÍF ber positivan trupulleika við sær. Hjalgrím Elttør er nú tøkur aftur eftir leikbann, innskifti Ísak Simonsen stóð seg sera væl ímóti fuglfirðingum, og mikukvøldið skoraði Henry Heinesen, sum hevur verið skaddur, øll málini, tá ið næstbesta liðið vann 4-0 við Margáir. Jonas Flindt Rasmussen er framvegis skaddur.
Úrslitini undirstrika, at AB avrikini hava verið nógv upp og niður. Og tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki verið tætt í verjuni. Burturúr trimum teimum seinastu umførunum er úrtøkan eitt stig við málmuninum 1-11.
-Tað er neyðugt við betri hugburði. Vit eru fullvísir í, at spælararnir eru nóg góðar at vera í bestu deildini. Um tað skal eydnast, so skulu avrikini verða meiri støðug. Ímóti Víkingi vóru eftiransingarnar ikki nóg góðar, og tá ið vit í 2. hálvleiki duttu langt aftur á vøllin, bar tað møguleikar við sær til Súna Olsen at royna seg við langskotunum, sum hann er tiltikin fyri, sigur hjálparvenjarin Morten Overgaard.
Hjá argjamonnum er tað smeitur, ag Sorin Anghel er leikbannaður eftir fimm gul kort.
Fyri vánirnar hjá AB er talan nú um tríggjar lyklauppgerðir: KÍ heima, Skála úti og B68 heima.
AB-KÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 18.00.
Bæði á Rás2 og her á in.fo verður fylgt við gongdini á Argjum.










