AB og TB stríddu seg til fulla úrtøku

Longu seint í gjárkvøldið var tað greitt, at FC Suðuroy fór at vinna fulla úrtøku, tí HB ikki megnaði at fara suður til Vágs.

Í dag vóru bæði AB og TB í Eysturoy, har torførar avbjóðingar bíðaðu. Tað eydnaðist báðum teimum, sum kappast um at vinna uppflyting at vinna, og felags fyri bæði AB og TB var, at tað var ikki fyrr enn í 2. hálvleiki og fram ímóti dystarenda, at stigini vórðu vunnin.

TB lá undir 1-0, inntil tað restaðu 29 minuttir. Tað eydnaðist TB at vinna 4-2, og trífaldur málskjútti var Bojan Timic úr Serbia, sum á fyrsta sinni spældi við TB.

Á Skála var meiri enn ein tími farin, áðrenn tað eydnaðist Alex Mellemgaard at fáa hol á fyri AB, og tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at Nicolaj Eriksen staðfesti sigurin við tveimum málum.

Stóri maðurin hjá EB/Streymi, sum vit 4-1 sigri í Sørvági, lyfti seg burtur av niðurflytingarplássi, var Ólavur Ejdesgaard, sum skoraði trý mál.

Tað eru sjey umfør og harvið 21 stig eftir at spæla um. 07 Vestur er longu flutt niður, og umframt HB mugu EB/Streymur og FC Hoyvík framvegis roknast at vera í vanda fyri at flyta niður. FC Hoyvík tapti í kvøld 4-2 á útivølli ímóti NSÍ, sum við sigrinum endurvann fjórða plássið frá Skála.

 

20. umfar í dag:

Skála-AB 0-3 (0-0)

0-1: Alex Mellemgaard 63.

0-2: Nicolaj Eriksen 90.

0-3: Nicolaj Eriksen 90.+3.

 

07 Vestur-EB/Streymur 1-4 (1-3)

0-1: Ólavur F. Ejdesgaard 3.

0-2: Hans Ejdesgaard 15.

1-2: Gunleif Olsen 25.

1-3: Ólavur F. Ejdesgaard 39.

1-4: Ólavur F. Ejdesgaard 89.

 

Víkingur-TB 2-4 (1-0)

1-0: Andreas S. Djurhuus 12.

1-1: Rógvi Joensen 72.

1-2: Bojan Timic 81.

2-2: Andras Dalbø 83.

2-3: Bojan Timic 85.

2-4: Bojan Timic 90.+5.

Reytt kort: Kári J. Høvdanum, Víkingur, 90.+4.

 

FC Suðuroy-HB 3-0 uttan dyst

HB møtti ikki

 

NSÍ-FC Hoyvík 4-2

Hagtøl: faroesoccer.com

 

Støðan eftir 20 umfør

FC Suðuroy 52

AB 46

TB 43

NSÍ 32

Skála 31

Víkingur 25

FC Hoyvík 20

EB/Streymur 19

HB 18

07 Vestur 0

 

21. umfar

17. september

TB-07 Vestur

EB/Streymur-Skála

AB-FC Suðuroy

HB-NSÍ

FC Hoyvík-Víkingur