Hetta varð greitt í gjár, tá næst seinasta umfar í 2. deild var á skránni.
AB spældi á heimavølli móti Giza/Hoyvík, og hendan dystin vunnu argjamenn 2-0. NSÍ spældi á heimavølli móti ÍF, og her vunnu runavíkingarnir 2-1, og soleiðis eru bæði liðini klár til 1. deildarfótbólt í komandi kappingarári.
AB er á odda við 42 stigum, nú 17 dystir eru spældir. NSÍ hevur 40 stig, og á triða plássinum hevur Giza/Hoyvík 36 stig.
Avgerðin um gullið fellur tó ikki fyrr enn á seinasta leikdegi, sum verður komandi vikuskifti. Tá spælir AB á útivølli móti Undrinum, meðan NSÍ fer yvir um Skálafjørðin at takast við Skála.