AB og KÍ vunnu

Mikukvøldið vóru fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum spældar. Á Argjum spældu AB og B36, og her eydnaðist heimaliðnum at vinna 3-1. AB var á odda 3-0, áðrenn B36 fekk eitt týdningarmikið útivallarmál til 3-1. Í Klaksvík var tað bara heimaliðið, sum skoraði. Men sigurin hjá KÍ gjørdist ikki so stórur, sum tá liðini hittust í landskappingini. KÍ fekk tvey mál, og ta leiðsluns skal liðið verja í seinna dystinum í Gøtu. Seinnu hálvfinalurnar verða spældar 28. mai. Finalan verður í Havn 1. juli.