AB og HB vunnu stríðini í høvuðsstaðnum

1. DEILD: FC Hoyvík er flutt niður, meðan AB við heimasigri ímóti B36 framvegis livir í vónini um, at tað skal eydnast at vinna áttanda plássið

Tað vóru tvær grannauppgerðir í høvuðsstaðnum í næstbestu deildini í dag. AB hevði vitjan av teimum næstbestu hjá B36, og FC Hoyvík hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB.

Á Argjum vann AB 3-1. Sigurin ber við sær, at AB hevur 19 stig og er seks stig aftanfyri B36, sum á áttanda plássi hevur 25 stig.

Á vøllinum við skúlan við Løgmannabreyt legði heimaliðið, FC Hoyvík, rygg til 3-1 tap. Úrslitið bervið sær, at FC Hoyvík framvegis hevur 10 stig. Tað eru 15 stig fram til áttanda plássið, og harvið er tað greitt, at steðgurin hjá FC Hoyvík í næstbestu deildini á hesum sinni bara verður í eitt ár.

Á Argjum var AB frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik. Brandur Jákupsson setti hol á í trettanda minutti, og tveir minuttir undan steðginum økti Rógvi Skála um munin til 2-0. Tíggju minuttir eftir steðgoin minkaði Brian Slyne um munin ti 2-1, og miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Tróndur J. á Høvdanum 3-1 heimasigurin.

2-1 sigurin á útivølli ímóti FC Hoyvík ber við sær, at HB er á fimta plássi við 33 stigum – eitt stig frammanfyri B71 og trý stig aftanfyri 07 Vestur.

Hugin á Borg Feber legði í 13. minutti FC Hoyvík á odda, og seks minuttir seinni javnaði Símun N. Samuelsen til 1-1. Tveir minuttir seinni legði Rói av Fløtum HB á odda 2-1, og tað varð úrslitið. Rói av Fløtum er toppskjútti hjá HB við 13 málum. Tað eru bara Andri Benjaminsen og Jørgen Nielsen, sum hava skorað fleiri mál enn hann. Teir hava skorað 15 mál í part. 

 

KÍ - B71 2-0

Víkingur - B68 1-3

07 Vestur - NSÍ 5-2

FC Hoyvík - HB 1-2

AB - B36 3-1

 

Víkingur231472572949
NSÍ241455754047
B68221147442937
07 Vestur211065402836
HB2310310466033
B7123959493832
238411415228
B36227411344825
AB225413314619
FC Hoyvík232417277410

Leygardagin 24. oktober

Víkingur - 07 Vestur

NSÍ - B71

FC Hoyvík - KÍ

B36 - B68

AB - HB