AB og Aramis skiljast

Betri deildin menn: Aramis Kouzine, sum kom til felagið í vetur, er longu farin av landinum aftur

Fyrr í dag skrivaði In.fo, at Brian Jakobsen skal skjóta málini á Argjum. Upprunaliga var ætlanin, at kanadiski Aramis Kouzine skuldi skjóta málini, men hann er farin av landinum.

 

AB gjørdi fyrr í vetur ein tvey ára sáttmála við 24 ára gamla Aramis Kouzine, men longu nú er greitt at tað kemur ikki meira burturúr samstarvinum.

 

Áleyparin hevur ikki funnið seg til rættis í Føroyum og hevur boðað felagnum frá, at hann ikki ynskir at halda fram. Hesum hevur AB ginigð á møti og funnið sær Brian Jakobsen sum avloysara.