Tveir av favorittinum til at flyta upp í 1.deild hava framvegis fult stigatal eftir tveir dystir, meðan B71 ikki skal á vøllin fyri 11. apríl.
AB tók at Argjum móti Skála. Jobin Drangastein og Alex Mellemgaard løgdu AB á odda í fyrra hálvleiki. Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Brian Jacobsen um munin, men bara fáar minuttir seinni økti Beinir Ellefsen fyri argjamenn.
Teitur R. Joensen fekk spenning í ein minutt fyri tíð, tá hann minkaði um munin til 3-2, men bara minuttin seinni avgjørdi Tummas Justinussen dystin við málið til endaliga úrslitið 4-2.
07 Vestur hevði lítlar trupulleikar av næstbesta liðnum hjá NSÍ. Longu í hálvleikinum var 5-0 til heimaliðið. Í seinna hálvleiki skoraðu vágamenn tvey afturat og vunnu sostatt 7-0. Jovan Radinovic-Panic skoraði tvey, meðan Ragnar Nattestad, Tór-Ingar Akselsen, Torstein Mýlingstind, Hans Arni Ellefsen og Heini Falkvard Nielsen skoraði eitt í part.
Næstbesta liðið hjá Víkingi hevur somuleiðis fultstigatal eftir tvey umfør. Teir vunnu í kvøld 3-1 á HB í Gundadali. Sverri Jacobsen skoraði øll trý málini fyri Víking. Høgni Midjord legði annars HB á odda tíðliga í dystinum.
Fjórði dysturin var í Klaksvík har teir næstbestu hjá KÍ vunnu heili 5-1 á teimum næstbestu hjá B68. Bjarki Vágstún skoraði hattrick fyri heimaliðið.
1.deild menn:
AB Skála 4-2
07 Vestur NSÍ II 7-0
HB II - Víkingur II 1-3
KÍ II B68 II 5-1
B71 EB/Streymur (11/4)
Stigatalvan:
1. 07 Vestur 6 (Stig)
2. Víkingur II 6
3. AB 6
4. B71 3
5. KÍ II 3
6. EB/Streymur II 1
7. HB II 1
8. Skála 0
9. B68 II 0
10. NSÍ II 0